Rói Berg Hansen bleiv toppskjútti hjá FIF, tá danska felagið hjá honum tapti 29-19 fyri Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. Føroyski vongurin skoraði seks mál.
Fyrrverandi U21 landsliðsspælarin var á markinum til at blíva úttikin til A-landsliðið, sum hevur verið í Bolzano í Italia til HM undankapping í farnu viku. Hann hevur nú víst venjaranum, at hann ikki ætlar at leggja kongin, og skoraði seks mál fyri FIF.
Tíverri gongur einki serliga hjá Róa Berg Hansen og hansara liðfeløgum. Teir liggja aftast í næstbestu deildini, men vit kunnu fegnast um, at fyrrverandi spælarin hjá Neistanum, hóast alt tykist væl fyri.
TMS Ringsted, við Nicklas Selvig í hópinum, liggur á odda í deildini. Helgi Hoydal og Odder liggja á triðja plássi. Strikuspælarin verður ikki tøkur komandi tveir mánaðirnar, tí hann breyt eitt bein í fótinum til HM undankappingina í Italia. Jónas G. Djurhuus og HØJ liggja á 11. plássi.
Næstbesta deildin í Danmark: Dystir/Stig
1. Ringsted 15 26
2. Randers 15 21
3. Odder 15 20
4. Fredericia 15 19
5. Lemvig 15 19
6. Ajax København 15 18
7. HEI 15 16
8. Sydhavsøerne 14 15
9. Skive 15 14
10. Otterup 15 12
11. HØJ 14 11
12. Frederikshavn 15 8
13. Stoholm 15 6
14. FIF 15 3