Í gjár - sunnudagin hin 28. oktober - fylti sørvingurin, Theodor Thomassen, 104 ár, og er hann soleiðis elsta fólk í Føroyum.
Theodor róði út, til hann var 98 ára gamal, men tá fór sjónin at bila, og hann legðist uppi.
Fríggjakvøldið var Theodor Thomassen gestur í Vangamyndini hjá Sigrún H. Brend í SvF, haðani henda myndin eisini er.
Portalurin ynskir Theodor og familjuni hjartaliga tillukku við degnum í gjár.