Føroyski landsliðsspælarin, Rói Berg Hansen skoraði tvær ferðir og fekk eina tveir minuttirs útvísing tá lið hansara, HØJ Elite í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fyrr í dag vann 31-26 á HC Midtjylland. Í steðginum var HØJ Elite á odda 18-12.
15-19 var tað nærmasta HC Midtjylland kom leiðsluni hjá HØJ Elite í seinna hálvleiki.
HØJ Elite liggur í løtuni á triðja plássinum við 21 stigum fyri 18 dystir. Eitt triðja pláss gevur upp- og niðurflytingardystir móti liði úr bestu hondbóltsdeildini.
Komandi leygardag tekur HØJ móti Skovbakken, ið liggur á áttanda plássi við 16 stigum.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax Keypmannahavn taptu ígjár á útivølli 29-31 móti Skive. Heimaliðið var á odda 17-14 í steðginum. Brandur fekk einki mál og fekk eina tveir minuttirs útvísing í seinna hálvleiki.
Ajax er nummar fýra við 19 stigum, tvey stig aftanfyri HØJ Elite.
18. februar spælir Ajax á útivølli móti HEI Skæring, ið hevur Rók Akralíð á liðnum.