Rói og HØJ eru á triðja plássi nú

Tað gjørdist ein heilt góður føroyingadagur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ Elite eru á triðja plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini aftaná 30-27 heimasigur á Skovbakken. Í steðginum var HØJ á odda 14-10. Skovbakken megnaði at koma uppá 16-17 og 22-24 í seinna hálvleiki, men tá megnaði HØJ at draga frá Skovbakken aftur.

Rói Berg Hansen skoraði tvey mál fyri HØJ í dag.

HØJ Elite hevur 23 stig á triðja plássi. Tvey stig eru niður til Team Sydhavsøerne, ið liggur á fjórða plássi við 21 stigum.

Rókur Akralíð skoraði fýra mál fyri HEI Skæring, ið á heimavølli í dag spældi javnleik 25-25 móti Otterup. Í steðginum var Otterup á odda 14-13. Í seinna hálvleiki var HEI Skæring aftanfyri 16-20, men teir fingu fatur á Otterup aftur. HEI Skæring javnaði til 25-25 tá bert 20 sekund vóru eftir av dystinum.

HEI Skæring hevur 15 stig á níggjunda plássi. Dagsins mótstøðulið, Otterup er nummar 10, somuleiðis við 15 stigum, men við verri málúrtøku enn HEI Skæring. 

Komandi hóskvøld verður føroyingauppgerð millum HEI Skæring hjá Róki Akralíð og Ajax hjá Brandi Halgirssyni.

Týskvøldið 23. februar tekur HØJ Elite hjá Róa Berg Hansen mótir HEI Skæring hjá Róki Akralíð.