Rói: Hetta er tað lekkrasta ein málverji kann uppliva (FM1)

(FM1) Hoyr málverjan - bjargingarmannin - hjá B36, U21-landsliðsmálverjan, Róa Mørk Hentze seta orð á avgerandi brotssparksbjargingarnar

##med2##

- Hetta er tað lekkrasta ein kann uppliva sum málverji.

Orðini eigur málverjin - og bjargingarmaðurin - hjá B36, Rói Mørk Hentze sum diskaði upp við tveimum rimmar bjargingum í brotssparkskappingini, tá B36 skrivaði søgu við at gerast fyrsta føroyska fótbóltsliðið sum vinnur seg víðari tríggjar ferðir í somu UEFA kapping. Hetta var aftaná bæði longda leiktíð og brotssparkskapping móti The New Saints FC úr Wales.

Tað sum bara ger søguna enn betri er, at Rói Mørk Hentze er langabbasonur ein av stovnarunum hjá B36, Mortan Mørk. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum báðum avgerandi brotsspørkunum sum Rói Mørk Hentze bjargaði í brotssparkskappingini.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Róa Mørk Hentze. Í samrøðuni kemur Rói eisini inn á tað sálarliga spælið, ið er millum brotssparksskjúttan og málverjan. Eitt sindur niðurspælandi sigur hann, at talan var kanska ikki um so góð skot, men tey vóru hørð, staðfestir bjargingarmaðurin hjá B36.

##med3##

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið skoraði til 2-2. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg og Michal Przybylski 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði uppá tað seinasta brotssparkið hjá B36. 

(Europa League søga: Samrøða við B36-málverjan, Róa Mørk Hentze)