Rói Hentze: Serligt at spæla ímóti beiggjanum

(Rás2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Róa Hentze hjá Fleyr aftaná 2-3 tapið í gysaranum ímóti Mjølnir norðuri í Klaksvík

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jan Hentze aftaná minniliga 3-2 sigurin hjá Mjølnir ímóti Fleyr í meistaradeildini hjá monnum.

 

Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini rættiliga lætt 25-14 og 25-19, men so kom Fleyr í gongd og vann triðja settið 25-22. So kom fjórða settið, sum gjørdist sera minniligt. Fleyr vann 32-30. Fimta og avgerandi settið, javnbrótarin var eisini eitt minniligt sett, sum Mjølnir vann 24-22. 

 

Fyri familjuna Hentze gjørdist talan um ein serligan dyst. Rói Hentze og pápin, Jan vóru á tapandi liðnum meðan bróðurin, Dávid Hentze var á vinnandi liðnum: - Tað var løgið at síggja hann spæla skeivu megin á vøllinum, staðfestir Rói Hentze um bróður sín.

 

Rói Hentze er vónbrotin um 3-2 tapið ímóti Mjølni, men er fegin um, at hann og liðfelagarnir stríddu seg uppaftur aftaná tey bæði fyrstu sløku settini.