Rói heldur fram í Neistanum

Hann hevði møguleika at halda fram í Bjerringbro-Silkeborg, men onnur viðurskifti gjørdu, at vandamikli vongurin eisini spælir við Neistanum framyvir

Fyri júst tveimum vikum síðani visti in.fo at siga, at toppskjúttin á vinstra vongi hjá Neistanum í farna kappingarári, Rói Berg Hansen, skuldi royndarvenja við danska meistaraliðnum, Bjerringbro-Silkeborg, har føroyski Jóhan á Plógv Hansen eisini spælir. Royndarvenjingin er nú liðug. Rói Berg Hansen hevði møguleikan at halda fram í BSV, sum felagið verður nevnt, men hann valdi at koma heim til Føroya orsakað av øðrum orsøkum.

 

Les eisini: Rói skal royndarvenja við donsku meistarunum

 

Rói Berg Hansen er í ferð við at ganga sítt seinasta skúlaár í studentaskúlanum í Hoydølum, og tað vóru skúlaviðurskifti, ið gjørdu sítt til, at hann valdi at koma heim og halda fram at spæla við Neistanum.

 

- BSV bjóðaði mær at vera verandi, men trupulleikin var, at felagið fekk ikki hjálpt mær við nøkrum bústaði ella tílíkum. Hevði eg verið verandi, so hevði eg sjálvur verið noyddur at goldið fyri at gingið á einum háskúla í Aarhus. Tað loysti seg ikki hjá mær fíggjarliga at vera verandi í Danmark, tá ið eg sjálvur skuldi gjalda fyri skúla, sigur Rói Berg Hansen í viðmerking við in.fo.

 

 

- Bleiv eg verandi í Danmark, so hevði eg ikki kunnað gjørt student liðugt í ár. Hevði eg fingið eitt stað at búð, so hevði eg kunnað tikið tey síðstu fakini sum sjálvlesandi, men tað lat seg ikki gera, greiðir hann frá.

 

Rói Berg Hansen staðfestir tó, at hann ikki er vónbrotin um, at hann ikki slapp uttanlands at spæla í hesum umfarinum. 

 

- Tað var við blandaðum kenslum, at eg takkaði nei. Men eg gav alt, sum eg kundi, meðan eg royndarvandi. Eg hevði hildið meg í góðum formi, áðrenn eg kom, og tað var ikki nakar trupulleiki at fylgja við hinum. Eg haldi ikki, at mín partur lá eftir, so eg eri ikki komin heim við einum vónbroti. Har vóru nøkur viðurskifti, sum eg ikki fái gjørt nakað við, ið gera, at eg haldi fram í Føroyum, sigur Rói Berg Hansen.

 

Hann dylur ikki fyri, at tað er munur á at spæla hondbólt í Føroyum og so at venja við besta liðnum í Danmark.

 

- Eg eri sjálvandi minni enn Nikolaj Markussen og aðrir menn, men eg orkaði væl at fylgja við í leikferðini. Tað er eitt ómetaliga stórt lop at fara frá føroysku deildini til meistaraliðið í Danmark, tá ið hugsað verður um leikferðina. Málmenninir vóru eisini á einum nógv hægri støði enn í Føroyum, sigur Rói Berg Hansen.

 

At enda slær Rói Berg Hansen fast, at hann hevur fingið góða bagasju í ryggsekkin.

 

 

- Eg fingið nógvar góðar royndir av royndarvenjingini. Eg havi lært nógv, og nú veit eg munandi meir, enn eg gjørdi áðrenn, hvat tað krevur at vera við á hægsta stigi, sigur Rói Berg Hansen at enda.