Rói: Góð verja og góð mótálop gjørdu munin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr 10 málsskjúttan hjá Neistanum taka samanum grannasigurin ímóti Kyndli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Róa Berg Hansen, stórskjútta hjá Neistanum, sum við sínum 10 málum gjørdi sítt til, at neistamenn vunnu 27-25 (14-12) á Kyndli fyrr í kvøld.

 

Rói Berg Hansen heldur, at tað serliga eru tveir faktorar, sum góvu neistamonnum sigurin. Gott verjuspæl, og góð mótálop.

 

Rói Berg Hansen undirstrikar, at teir vildu vinna aftaná tvey tap ímóti Kyndli fyrr hetta kappingarárið, og aftaná hvørt time out vóru teir klárir og tendraðir, og vóru bevístir um sína uppgávu.

 

Neistamenn fara nú í jólafrí. Teir verða liðið, sum situr yvir, tá umfar er í FTZ deildini leygardagin. 

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71143883097923
2VÍF144223606219
3KÍF143663452118
4Kyndil153983762217
5Neistin15372389-1714
6StÍF15412424-1210
7Team Klaksvík15308463-1551