Ráðið fyri brekað nýggja heimasíðu

Í dag er altjóða handikappdagur Ráðið fyri Brekað markerar altjóða handikapdagin við at stovnsseta nýggja heimasíðu.

Í einum tíðindaskrivi, skrivar Ráðið fyri brekað, at ráðið metir, at tað er sera umráðandi alla tíðina at gera vart við viðurskiftini hjá teim brekaðu. Tað skal ein áhaldandi kampur til - hóast tað ikki átti at verið neyðugt.

Men veruleikin er ein annar. Søgan vísir, at tað hevur verið neyðugt at staðfesta rættindini hjá teimum, ið bera brek, í altjóða sáttmála. Hesin sáttmálin varð staðfestur fyri Føroyar á sumri 2009.

Á heimasíðuni eru upplýsingar um virksemi hjá Ráðnum. Slóðin til heimasíðuna er www.radidfyribrekad.fo.