TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Róa Berg Hansen, sum skeyt heili 10 mál fyri Neistan, tá Neistin vann 28-24 (14-12) á StÍF í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Seinna hálvfinalan verður spæld á Skála komandi sunnudag klokkan 19.
- Fýra mál er einki í hondbólti, slær Rói Berg Hansen. Stórskjúttin undirstrikar, at StÍF er ein torførur útidystur, og teir í Neistanum mugu verða til reiðar til stóru uppgávuna, sum bíðar á Skála sunnudagin.
Rói Berg Hansen sigur, at teir í Neistanum ásanna, at landskappingin er mest sum farin, og tí satsa teir bláu sera nógv uppá at vinna steypakappingina.