TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Róa Berg Hansen, sum ikki kom á máltalvuna í dag, tá Føroyar taptu 21-29 ímóti Týsklandi í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria. Í steðginum vóru Føroyar á odda 12-9.
- Hetta var ein lorta uppliving, sigur Rói Berg Hansen, og leggur seinni aftrat, at tað var ein fúl skandala, at teir skuldu tapa ímóti Týsklandi aftaná staðið týska liðnum kurl í 50 minuttir, og verið á odda í steðginum.
- Ein munur uppá átta mál lýsir ikki gongdina í dystinum, heldur ein avgjørdur Rói Berg Hansen.










