Rói Egholm á ting mikudagin

Við góðari fyrireiking og samskipan sær nýggi tinglimur Tjóðveldisfloksins, Rói Egholm, ongar trupulleikar við, at tað verða tveir tinglimir, ið starvast á Farex. Hann sigur seg gleða seg til spennandi uppgávuna sum tinglimur.

Fríggjadagin fall endalig avgerð um leysa tingsessin hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi. Annita á Fríðriksmørk verður væntandi hesa vikuna endaliga útnevnd sum landsstýrismaður í Mentamálum, og stóri spurningurin hevur verið, hvør skuldi taka tingsessin hjá henni.
Finnur Helmsdal var næstur í røðini, men hann fríggjadagin boðaði leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum frá, at hann ikki ynskti at taka við tingsessinum. Grundgevingin var, at honum dámdi væl á Føroya Barnaheimi og býráðssessurin í Havn eisini hevði stóran áhuga.
Nú Finnur Helmsdal ikki tekur við tingsessinum, verður tað Rói Egholm, ið verður nýggjur tinglimur. Rói stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 2002, og hann fekk 116 atkvøður.

Spennandi avbjóðing
Rói Egholm sigur seg vera fegnan um at hava fingið møguleikan at fara á ting, og hann gleðir seg at fara undir spennandi uppgávuna. ? Eg eri sætti maður hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi, og tí kann ikki siga, at eg hevði væntað at fingið møguleikan at fara á ting. Nú havi eg so fingið møguleikan, og taki eg av, sigur Rói Egholm.
Rói Egholm starvast dagliga á Farex. Á arbeiðsplássinum starvast ein annar tingmaður, nevnliga sambandstingmaðurin, Kaj Leo Johannesen. Spurdur, um tað fer at ávirka arbeiðið hjá Farex, at tveir mans eru nógv upptiknir av tingarbeiði, svarar Rói, at teir hava tosað saman, og við góðari fyrireiking og samskipan eigur tað ikki at verða nakar trupulleiki hjá fyritøkuni.
Fyrstu ferð, Rói Egholm verður at síggja í tinginum verður mikudagin klokkan 13.30, tá tingfundur aftur verður á skránni.