Rói Danielsen aftur í AB

AB gjørdi í gjár avtalu við 23 ára gamla Róa Danielsen, sum seinastu tíðina hevur spælt við Skovbakken í triðbestu deildini í Danmark.

 

« Eg eri argjamaður og føli meg væl til rættis her í AB, sigur Rói Danielsen við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Rói er uppvaksin í AB, men spældi eitt hálvt í HB áðrenn fór til Danmark. Hann hevur eisini verið partur av U21 landsliðnum.

 

Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, er fegin um at fáa enn ein av sínum egnum argjamonnum við aftur á liðið.

 

«Rói er ein krútsterkur verjuleikari, sum hevur royndir bæði í bestu deild í Føroyum og uttanlands, sigur Sjúrður Olsen.

 

Hann leggur afturat, at hópurin hjá AB næstan er fullmannaður.

 

Mynd: (www.ab.fo) Rói Danielsen (t.v.) og Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum