Rói Berg Hansen: Eg smekkaði bara til

(FM1) Hoyr mannin sum skoraði minniliga málið til 24-24 greiða frá málinum

Við støðuna 24-21 til Montenegro sá svart út hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í útidystinum í EM-undankappingini í Podgorica, men so hendi eitt lítið undur seinastu løtuna. Føroyska liðið reisti seg og javnaði til 24-24 tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Róa Berg Hansen, ið skoraði málið til 24-24.

 

- Eg smekkaði bara til. Eg hevði ikki brent áðrenn, og hugsaði við mær sjálvum, at eg kundi ikki brenna nú, greiðir Rói Berg Hansen frá sum skoraði seks mál í dystinum.

 

- Hetta er tað ein droymir um at kunna avgera dystir í 60. minutti, sigur ein glaður Rói Berg Hansen