Portalurin hevur eftir førimuni fylgt ovastevnu í dag, og tað er blaðmaðurin, Leo Poulsen, ið er maðurin, sum hevur fylgt gongdini og lagnum úti í Nólsoy. Ætlanin er at leggja nakrar greinastubbar út aftrat, sum kvøldið gongur, men eisini í heiminum hjá Leo í Nólsoy eru gestir á vitjan.
Fyri løtu síðan tóku vit hesa myndina, har Fríða, Kenneth og konan, Gudni, eru á vitjan. Fríða og Gudni eru systrar, báðar ættaður úr Nólsoy. Fríða arbeiðir í kantinuni hjá Tórshavnar kommunu, har hon stendur fyri matgerðini til starvsfólk býráðsins. Gudni arbeiðir hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, har hon skipar fyri reingerðing fyrrapart - og seinnapart arbeiðir hon á lønardeildini hjá býráðnum.
Kenneth er lærari á Tekniska skúla í Havn.
Lagið í Nólsoy er gott, og fólk eru savnaði bæði heima við hús - hja vinum og kenningum og úti á gøtuni eru nógv fólk at síggja.
Nógvir bátar eru komnir til bygdar, og umborð á hesum bátum og niðri við bryggjuna er hugni, har bátafólk vitja umborð hjá hvørjum øðrum, eins og fólk eru á bryggjuni.
Hugnin í Nólsoy í kvøld er í hásæti.