Nýggi Bókasavnsvørðurin í Bókasavninum við Løkin í Runavík verður Svend Højgaard.
Mentanarnevndin hjá Runavíkar Kommunu hevur á fundi týskvøldið gjørt av at seta Svend Højgaard í starv sum bókavørð á Bókasavninum við Løkin. Sjey umsóknir vóru til starvið.
Tað boðar Runavíkar kommuna frá.
38-ára gamli skálamaðurin, Svend Højgaard, er útbúgvin cand. scient. bibl. Hann hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir sum bókavørður á Føroya Landsbókasavni og nú seinast sum Býarbókavørður á Býarbókasavninum í Havn.
Nýggi bókavørðurin, sum er fyrsti fulltíðarsetti bókavørðurin í Runavíkar Kommunu, kemur at virka í Bókasavninum við Løkin, sum er í sama bygningi sum Skúlin við Løkin og Løkshøll.