Ráðharrin hámetti góða laksasmakkin

Suðurkoreanski vararáðharrin fyri toll og skatt, Youngrok Choi, vitjaði eisini á Bakkafrost, har hann slapp at smakka føroyska laksin.

Suðurkoreanski vararáðharrin fyri toll og skatt, Youngrok Choi, hevur verið á vitjan í Føroyum á vitjan. Í hesum sambandi vitjaðu suðurkoreanska og føroyska sendinevndin á Bakkafrost, har Regin Jacobsen, stjóri, tók ímóti.

 

Vitjanin byrjaði við stuttari framløgu, har stjórin á Bakkafrost greiddi frá virkseminum hjá samtakinum, og síðan varð tosað um verandi og møgulig framtíðar marknaðarviðurskifti millum Suðurkorea og Føroyar.

 

- Víst varð á, at í løtuni er trupult at selja føroyskan laks til Suðurkorea orsakað av høgum tollforðingum. Eitt nú er norskur laksur ikki fevndur av tolli til Suðurkorea, og hetta gevur tískil Noregi stórar kappingarfyrimunir.

 

Eftir framløguna hjá Regini Jacobsen, varð skipað fyri rundsýning á nýggja og snotiliga virkinum á Glyvrum, har Bakkafrost fór undir at kryvja laks seinasta summar, og har nýggja portiónsvirkið verður tikið í nýtslu fyrsta dagin.

 

Á Bakkafrost siga tey, at rundsýningin endaði við smakkroyndum av feskum laksi (sashimi) frá Bakkafrost, og sambært viðmerkingunum hámetti ráðharrin við fylgi góða smakkin á laksinum.

 

Leiðin hjá ferðalagnum gekk síðan víðari til flogvøllin, har skipað varð fyri einum lítlum døgurða, áðrenn suðurkoreanska sendinevndin fór av aftur landinum.

 

- Eftir okkara tykki var tiltakið sera væleydnað, og vónandi spyrst eitt gott framtíðar handilssamstarv burtur úr tignarligu vitjanini, siga tey á Bakkafrost.