Ráðharri letur gøgn

Norski heilsumálaráðharrin, Bjørn Håkon Hansen hevur givið sínum næstu boð um, at skuldi hann doyð í einari vanlukkku, skal sjúkrahúsverkið hava rætt til gøgn hansara, um tørvur er á teimum. Nú um dagarnar hitti ráðharrin eina unga kvinnu, sum hevði fingið gøgn frá einum beiggja sínum, og fundurin við ta ungu kvinnuna hugtók ráðharran so nógv, at hann síðani hevur mælt øllum norðmonnum til at lata seg skráseta sum gøgnveitarar. Eftir at hava vitjað fleiri sjúkrahús er Bjørn Håkon Hansen eisini komin til ta niðurstøðu, at stórur tørvur er á fyribyrgjandi arbeiði, so færri gerast sjúk.