Mjølið í posanum hjá nýggja stýrinum í Irak tykist ikki vera stórt reinari enn tað hjá tí gamla stýrinum. Í hvussu er ikki, tá tað snýr seg um svik.
Í síðstu viku kom fram, at varaverjumálaráðharrin, Ziad Cattan, hevði fingið sekkin, tí illgruni var um, at hann skal hava stungið ovurhonds nógvar almennar pengar í sín egna lumma. Harumframt skkal hann hava givið skyldfólki og vinmonnum væl av pengum úr almenna iraklska ríkiskassanum, og tilsamans hevur hetta kostað ríkiskassanum fleiri milliardir krónur, skrivar Reuters.
Sum varaverjumálaráðharri hevur Ziad Cattan havt ábyrgdina av øllum handli hjá iraksku hermegini, og framferðin hevur ikki altíð verið líka reiðilig. Eitt nú er avdúkað, at herurin hevur keypt nakrar tyrlur úr Pólandi fyri 600 milliónir krónur. Tyrlurnar skuldu eitast at vera nýggjar, men tað vísti seg, at hetta vóru 30 ára gamlar sovjetskar tyrlur, og at prísurin var langt niðan fyri tær 600 milliónirnar, sum skjølini vístu. Pengarnir, sum herurin rindaði ov nógv, fóru í lumman hjá varaverjumálaráðharranum og onkrum hjálparmanni hansara. Avdúkingin hevur havt við sær, at myndugleikarnir kanna arbeiðsháttin hjá fleiri øðrum starvsfólkum í verjumálaráðnum í Bagdad, skrivar Reuters.










