Norski løgmálaráðharrin er farin frá eftir eina dagføring, hon skrivaði á Facebook.
Sylvi Listhaug, sum umboðar Framburðsflokkin, skrivaði, at norski Arbeiðaraflokkurin hugsar meira um rættindi hjá terroristum enn um trygdina hjá Noregi.
Hetta setti eld í politiska umhvørvið í Noregi, og síðani hevur løgmálaráðharrin verið fyri støðugum atfinningum. Sylvi Listhaug hevur fleiri ferðir biðið um umbering fyri tað, hon skrivaði, men lítið hjálpti.
Í gjár boðaði Kristiligi Fólkaflokkurin, sum er ein av stuðulsflokkunum hjá stjórini, frá, at tey ikki longur hava álit á Sylvi Listhaug.
Í dag skuldi eitt uppskot um misálit koma fyri í Stórtinginum, men nú hevur Sylvi Listhaug valt sjálv at fara úr starvinum.
– Hetta hevur verið ein heksajakt frá formanninum í Arbeiðaraflokkinum, sum hevur roynt at avmarka tælufrælsið í sambandi við eitt evni, sum vit mugu kjakast um, sigur Sylvi Listhaug.
Hon fer nú aftur í Stórtingið at sita.









