Denis McShane, sum var ráðharri í stjórnini hjá Tony Blair í Bretlandi frá 2002 til 2005, segði í gjár sessin í parlamentinum frá sær, eftir at tað var komið fram, at hann hevði snýtt við ferðaútreiðslum, tá hann var ráðharri.
Kanningar hjá fíggjarnevndini hjá parlamentinum vísa, at í 19 førum hevði Denis McShane (myndin) latið umsitingini falsaðar rokningar í sambandi við ferðaútreiðslur. McShane var ráðharri í evropeiskum málum og ferðaðist tí ofta millum Bretland og meginlandið.
Fíggjarnevndin skeyt upp, at Denis McShane skuldi missa sítt sæti í parlamentinum í eitt ár, men sjálvur valdi hann at siga tingsessin frá sær í gjár. Arbeiðaraflokkurin hevur boðað frá, at McShane verður koyrdur úr flokkinum.