Ein av ráðharrunum í sitandi stjórnini fall á valinum leygardagin. Tað var Kolbrún Halldórsdóttir, umhvørvismálaráðharri, sum stillaði upp fyri tey vinstragrønu í Reykjavík. Kolbrún Halldórsdóttir varð vald í Altingið í 1999, sum eisini var fyrsta valið, sum gav teimum vinstragrønu umboð í Altinginum. Tá tey vinstragrønu og Samfylkingin skipaðu stjórn í vetur, bleiv Kolbrún Halldórsdóttir tilnevnd umhvørvismálaráðharri.










