Ráðharri doyði í flogvanlukku

Innanríkisráðharrin í Filipsoyggjunum, Jesse Robredo, er deyður, eftir at eitt flogfar, sum hann var í, datt niður í havið í dag. Almennir talsmenn siga, at ein starvsmaður hjá ráðharranum varð bjargaður, men at tveir aðrir menn doyðu. Sum skilst datt flogfarið, sum var av slagnum Cessna, niður, tá tað gjørdi seg til at neyðlenda á oynni Masbate.

BBC sigur, at flogfarið við ráðharranum var á veg frá býnum Cebu til Naga, haðani ráðharrin var ættaður. Sagt verður, at flogskiparin bað um loyvi at neyðlenda, tí trupulleikar vóru við motorinum.

Eygnavitni hava greitt frá, at tey sóu flogfarið detta niður í havið minni enn ein kilometur frá lendingarbreytini, sum tað skuldi neyðlenda á. Enn er vrakið ikki funnið.