Tað hevur ein dómstólur í Oslo gjørt av í morgun, skrivar tíðindastovan NTB.
Laila Anita Berthuessen er dømd í fongsul í eitt ár og átta mánaðir.
Málið snýr seg um eldáseting av bilinum hjá táverandi norska løgmálaráðharranum, sum brann famman fyri heimi hansara í 2019.
Seinni var unnusta hansara skuldsett fyri at hava sett eld á og fyri at geva falska vitnisfrágreiðing um, at ein ella fleiri ókendir illgerðarmenn høvdu framt illgerðina.
/rutzau/