Amerikonsku myndugleikarnir hava ætlanir um at flyta umleið 1.000 fólk úr Haiti til Guantanamo-herstøðina í Kuba. Thomas Copeman, sum er talsmaður fyri herstøðina, sigurt við AP, at tey eru farin undir at seta upp 100 tjøld, sum skulu hýsa teimum 1.000 Haiti-búgvunum, sum væntandi koma hagar fyrsta dagin.
USA hevur frammanundan 198 yvirgangsfangar í Guantanamo, men Thomas Copeman sigur, at teir koma ikki í samband við tey, sum koma úr Haiti.
Tíðindafólk, sum eru í Haiti, siga, at nógv fólk vilja sleppa at flyta haðani, og at fleiri eru komin oman í havnina í Port-au-Prince at biðja um fart.