Rúgvurok á sandinum á Sandi

Sunnunáttina var stórur bardagi á sandinum á Sandi. Umframt nógv onnur polititíðindi

Ein maður fekk tvær tenn bukaðar úr munninum, meðan tvær aðrar tenn fingu skaða

Boð komu fleiri ferðir til løgregluna um, at ein hópur av fólki var farið til hendurs á sandinum á Sandi. Ein maður hevði skaða í munninum, tá løgreglan fyrstu ferð var á staðnum.

Løgreglan var skjót á staðnum og fekk skilt partarnar sundur, tá fyrsta fráboðanin kom umleið klokkan 2.

Men friður valdaði ikki leingi, tí longu klokkan 5 sunnumorgunin komu aftur boð um at nógv fólk vóru farin til hendurs.

Í sama viðfangi vóru nakrir bilar skøvaðir.

Helst verður harðskapsmál burtur úr hendingin við manninum, sum misti tenn.

Hinvegin var rættiliga friðarligt á Skála, har Fjarðastevna var.

- Á Skála hava tey skikkað sær væl, staðfestir løgreglan.


Ferðslukanningar eisini hesa vikuna

Seinastu vikuna hava ferðslukanningar verið, og tað verða bilur og førari, ið verða kannað. Dekk, ljós, ferð, koyrikort og skili á førara.

Eitt parkeringsljós og nummarplátuljós geva ikki so nógv, meðan størru lyktirnar og píkadekk kosta eitt sindur.

Kanningar verða gjørdar alla hesa vikuna eisini, so tað er at syrgja fyri at vera í eins góðum standi og altíð.


Datt av í bilinum

Ein maður í hálvtrýssjunum koyrdi fullur klokkan 16 fríggjadagin.

Tá løgreglan kom fram á hann, lá maðurin og svav í bilinum. Maðurin var á Glyvrum og hann hevur verið so dýrandi fullur, at fólk høvdu boðað frá, at hann nóg illa fekk stýrt bilinum.

Maðurin missir helst koyrikortið verður helst, og so avgerð promillan, um hann sleppur at ganga leysur ella sleppur ein túr handan rimar.


Innbrot í KFUM og K

Klokkan 20 fríggjakvøldið varð boðað frá, at innbrot hevði verið í KFUM og K í Klaksvík.

Tað er ilt at siga, hvussu viðkomandi er komin inn, men tað hevur verið innbrot á tríggjar skrivstovur. Ein lítil pengakassi varð tikin og onkur bússa. So talan var um lítlar uppæddir, ið eru stolnar.

Løgreglan veit ikki um annað er stolið. Mann veit ikki rættiliga, hvør hevur gjørt tað. Ongin er handtikin í málinum.

Hetta var ikki einasta innbrotið í Klaksvík, tí innbrot var eisini í skúlanum við Ósánna um vikuskiftið.


Ófriður í Havnardali

Tað er eftir hondini ein afturvendandi trupulleiki hjá løgregluna, at motorkrossir og fýrahjólaðar motorsúkklur koyra úti í Havnardali.

Av tí, at koyringin fer fram so langt burturi frá vegnum, fær løgreglan ikki gjørt so nógv, men hesi ljóðini órógva hestarnar í dalinum øgiliga nógv, og kann gera skaða á børn og ross í økinum.


Gloymdu eingangsgrill á platti

Klokkan 11 sunnumorgunin varð boðað frá eldi við eini hús við Eystara Ringveg. Eldurin var kyknaður, tí persónarnir, ið helst ætlaðu sær at grilla um morgunin, vóru sovnaðir.

So eingangsgrillirnar, sum vóru settar á ein platt, høvdu fest í plattin, og vandi var fyri, at eldur kom í húsini.

Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin.


Løgreglan fekk vápn

Seinastu mánaðirnar hevur danska løgreglan givið fólki loyvi til at vera dulnevnd, um tey hava latið ólóglig vápn til løgregluna.

Hetta hevur ein føroyingur gjørt sær dælt av, og lat í gjár eina salongriflu til løgregluna.

- Tá tað ber til í Danmark, so ber eisini til her, staðfestir vakthavandi, og greiðir frá, at seinast vápn vórðu latin á henda hátt, var fyri nøkrum árum síðan, eftir vanlukkuligu skothendingina í Leirvík.