Tað var ein rótutut dystur við nógvum fríspørkum, tá EB/Streymur vann 1-0 á Suðringum við Margáir í Streymnesi í dag, men liðskiparin hjá EB/Streymi, Rógvi E. Nielsen heldur, at heimaliðið spældi betur, og hevði tamarhald á dystinum. 1-0 málið gav eisini liðnum meira ró.
Fyri heimaliðið hevði tað týdning at fáa tann fyrsta sigurin í ár, og nú fara sundalagsmenn við góðum treysti til Havnar at spæla fjórðingsfinalu ímóti HB í kappingini um løgmanssteypið.
- Vit ætla at halda stoltu steypatradisjónirnar í EB/Streymi, slær liðskiparin fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Rógva E. Nielsen beint aftaná EB/Streymur hevði tryggjað sær trý stig á heimavølli í dag.