Rógvi verður fremsti maður

Endaligu boðini eru ikki send út til fjølmiðlarnar, men sum skilst hevur Brian Kerr nú tikið avgerð um, hvørjir ellivu byrja inni á føroyska liðnum.

Fleiri broytingar eru í mun til dystin móti Litava, og eitt nú er Egil á Bø aftur í miðverjuni, eftir at Bartal Eliasen spældi ein branddyst á tí sessinum ímóti Litava. Og sum vit áður hava nevnt, so verður tað Atli Danielsen, sum verður á høgra bakki.

Føroyska liðið sær soleiðis út í eini 4-5-1 uppstilling:

Jákup Mikkelsen - Atli Danielsen, Egil á Bø, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen - Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen.