Tað er enska felagið, sum hevur ynskt at fáa Rógva Jacobsen at koma yvir og hyggja at umstøðunum har, umframt at teir eisini vilja síggja hann í venjing í dysti.
- Talan er støðugt um fyrispurningar mótvegis fleiri av føroysku landsliðsspælarunum. Og nú mugu vit so síggja, hvussu ítøkiligt hetta er, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Rógva.
Hann vil ikki enn siga, hvørt talan verður um nakrar samráðingar við Carlisle, sum spælir í triðbestu ensku deildini.