Rógvi var dagsins maður

Føroyski landsliðsspælarin skoraði fyrsta málið og varð eftir 2-0 sigurin hjá Hødd kosin sum besti spælarin í dystinum

Fótbóltur

 

Rógvi Jacobsen og Hødd fingu eina góða byrjan, tá fyrsta umfarið í Adecco-liguni varð spælt í dag.

Hødd spældi á heimavølli móti Sarpsborg Sparta.

Talan var um ein javnan dyst fyri steðgin, men í seinna hálvleiki trýsti Hødd alsamt meira.

Tað gingu tó 80 minuttir, áðrenn nakað mál kom. Og sum ikki einaferð var Rógvi Jacobsen hægsti maðurin eftir frísparksinnlegg, og so var Hødd á sigurskós. Í yvirtíðini staðfesti álopsfelagin hjá Rógva, Joachim Magnussen, sigurin.

Eftir dystin, har 1.200 áskoðarar hugdu at, varð Rógvi kosin sum dagsins maður hjá Hødd.