Rógvi vann sum væntað

Rógvi Johansen vann sera sannførandi súkklukappingina á vestanstevnu, og hann var eitt umfar frammanfyri sínar nærmastu kappingarneytar

Rógvi Johansen hevur sent eina ávaring út til allar hinar súkklararnar, sum fara at luttaka í Statoil kring Føroyar, ið byrjar mikudagin. Rógvi er í góðari venjing í løtuni, og tað hevur hann víst bæði á jóansøku og nú á vestanstevnu, har hann hevur vunnið sannførandi.

Rógvi kann tó ikki vinna Grand Prix Føroyar, av tí at hann ikki hevur luttikið í øllum kappingunum. Rógvi býr niðri í Danmark og venur við einum felagi har.

Gunnar Dahl-Olsen kom næstur á mál og fekk harvið 34 stig. Johan Brend kom á mál sum nummar trý. Teir vóru báðir eitt umfar aftanfyri Rógva Johansen. Koyrt varð fyrst í 50 minuttir, og síðani skuldu súkklararnir koyra eitt umfar afturat.

Sverri Mohr Edvinsson varð nummar fýra, og Kári Brattaberg var fimtur um málstrikuna. Teir vóru báðir trý umfør aftanfyri Rógva. Kári Brattaberg var annars tann einasti súkklarin, sum veruliga kundi hótta Gunnar Dahl-Olsen. Av tí at Kári bert fekk 22 stig á vestanstevnu, er Gunnar nú nærum Grand Prix Føroyar vinnari.

Í seinastu kappingini skal Gunnar Dahl-Olsen bert hava 9 stig fyri at tryggja sær samanlagda sigurin. Skal Kári Brattaberg hava nakrar vónir um at vinna, skal hann sigra í seinastu kappingini. Støðan er í løtuni tann, at Gunnar Dahl-Olsen er klárt á odda og hevur 148 stig. Størri spenningur er harafturímóti um, hvør gerst nummar tvey. Kári Brattaberg hevur 116 stig, og Sverri Mohr Edvinsson hevur 112 stig, so teir fara at skeita eitt sindur eftir hvørjum øðrum í tí seinastu kappingini.

Næstu dagarnar fara súkklararnir óivað ikki at hava Grand Prix Føroyar fremst í huganum, tí mikudagin fer Statoil kring Føroyar í gongd. Hetta er størsta súkklukappingin í Føroyum, og fleiri súkklarar úr Danmark koma hendavegin at kappast. Koyrt verður hvønn dag frá 19. til 23. juli.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.