Rógvi vann í Kroatia

Eldri beiggin úr Sandavági hevur framvegis møguleika at vinna triðja og avgerandi IM normin

Brøðurnir Rógvi Egilstoft Nielsen (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) sótu um talvborðið í fjórða umfari í Zadar Open talvkappingini, sum fram til leygardagin er í Kroatia.

Rógvi sat við hvíta fólkinum, og tað eydnaðist honum skjótt at vinna fyrimun, sum bar við sær, at hann í endaspæli setti beiggjan skák og mát.

 

Úrslitið ber við sær, at Rógvi framvegis hevur møguleika at vinna triðja IM normin, sum er avgerandi fyri, at hann verður altjóða meistari. At Høgni einki vann í dag ber við sær, at møguleikin hjá honum at vinna ein IM norm nú man roknast at vera heilt lítil.

 

Eftir fýra umfør hevur Rógvi Egilstoft Nielsen 3,0 stig, og Høgni Egisltoft Nielsen hevur 2,0 stig.

Tríggir telvarar hava 3 ½ stig, og saman við Rógva eru tað tólv aðrir, sum eisini hava 3 stig.

 

Kappingin heldur fram til leygardagin 22. desember, tá ið níggjunda umfar verður.