Hetta gjørdi hann við millum annað at sigra á Hans Kristian Simonsen og javnleiki móti John Rødgaard.
Tað var tó ikki uttan kapping, at Rógvi Egilstoft Nielsen ognaði sær fremsta sessin. Bæði John Rødgaard, Heini Olsen og Herluf Hansen endaðu allir hálvt stig aftanfyri Rógva Egilstoft Nielsen, sum fekk fýra og eitt hálvt stig.
Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandinum luttóku 24 telvarar í Kjølur Open, har fyrsti leikur varð fluttur fríggjakvøldið og fimta og seinasta umfar varð telvað seinnapartin sunnudagin.
Av teimum 24 telvarunum vóru tíggju unglingaumboð, sum skulu luttaka í NM-kappingini fyri ung, sum verður í Svøríki í næstum. Sambært faroechess.com stóðu hesir unglingar seg væl í kappingini við teir meira royndu telvararnar.