Rógvi: Tað kom panikkur í okkum

(Frá Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við ein ógvuliga lættan KÍF-veteran aftaná tepra sigurin á Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við veteranin hjá KÍF, Rógva Weyhe aftaná 22-19 (9-6) sigurin hjá KÍF ímóti Neistanum í Kollafirði fyrr í kvøld. Sjálvur skoraði Rógvi eitt mál fyri KÍF.

 

Tá eitt korter var eftir var KÍF á odda 15-10, men tá mistu teir takið á dystinum, og tá tveir minuttir vóru eftir javnaði Neistin til 19-19. Lukkutíð fyri heimafólkið megnaði KÍF at fóta sær aftur seinastu løtuna, og teir knógvaðu seg til ein 22-19 sigur.

 

Rógvi Weyhe viðgongur, at teir fóru í panikk ta einu løtuna, og hann er sera lættur um, at tað koppaði rætta vegin. Hann staðfestir, at KÍF eru meistarar í at gera tað torført fyri seg sjálvar. 

 

Rógvi Weyhe heldur, at liðini í FTZ-deildini sveiggja nógv í sínum avrikum, og í dag møtti teir einum Neistaliði, sum var væl fyri.