Rógvi styrkir HB-verjuna

Rógvi Holm, sum er av Argjum, hevur seinnu árini verið knýttur at skotska Aberdeen, og fleiri ferðir í heyst var hann partur av fyrstaliðshópinum har, uttan at talan tó gjørdist um spælitíð í skotsku Premier League. Her heima hevur 19-ára gamli spælarin gjørt mest vart við seg sum ein týðandi partur av framúr góðu úrslitunum hjá føroyska U21-landsliðnum, og fleiri ferðir hevur verið nevnt, at hann longu nú er búgvin at toga upp í A-landsliðshópin.
Við Rás2 segði Rógvi í gjár, at hann hevur vónir um at menna seg sum spælara í HB, og at hann sjálvandi vónar, at hann við hesum kemur til eitt felag, sum roynir at halda seg á ovastu rók, har HB eisini endaði árið í fjør.