Norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum í 2020. Ein av høvðusmonnunum er føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, sum til dagligt spælir við Bryne í triðjbestu deildini í Norra. Hann sigur at tað er stórur áhugi fyri føroyskum fótbólti í Norra.
- Eg havi hoyrt frá onkrum felagi í Føroyum, har fólk ringja úr Norra og spyrja um tú kanst keypa spælaratroyggjur hjá felagnum. Onkur annar ætlaði at gera ein fjepparabólk, so tað er áhugi og tað er positivt, sigur Rógvi Baldvinsson.
Føroyski landsliðsspælarin er partur av ítróttartoyminum hjá norska TV2, sum nú skal gera føroyskan fótbólt áhugaverdan fyri norsku hyggjararnar.
- TV2 er góðir til at gera profilar. Vit skulu skapa nakrar profilar í føroyskum fótbólti, sum fólk kunnu kenna seg aftur í. Føroyskur fótbóltur er fínur fótbóltur. Tað besta er at vit marknarføra Føroyar, og kanska hjálpur hetta onkum spælarum at sleppa víðari, sigur Rógvi Baldvinsson, sum hevur havt úr at gera seinastu dagarnar.
- Eg havi mítt vanliga arbeiði í útvarpinum her, umframt at eg spæli fótbólt, so tú kanst siga at eg havi havt úr at gera, sigur Rógvi Baldvinsson.
Norska TV2 fer leygardagin at vísa dystirnar HB-EB/Streym klokkan 15, KÍ-B36 klokkan 17 og AB-Víkingur klokkan 19.