Leygarkvøldið trínur klaksvíkingurin Rógvi Jacobsen á pall á Summarfestivalinum, og tá verður tað við einum nýggjum lagi, sum Rógvi hevur skrivað til høvið
Rógvi Jacobsen er einans 16 ár, men longu nú hevur hann framført fleiri ferðir á Summarfestivalinum. Og aftur í ár skal ungi maðurin trína á pallin. Tað er kl. 15.30, at Rógvi Jacobsen trínur á Føroya Tele pallin.
Sangurin hjá Rògva Jacobsen, sum hann hevur gjørt til Summarfestivalin 2011, kann hoyrast her: