Rógvi Dal Christiansen fekk ein ordans snudd í andlitið í dystinum móti Montenegro, men hann var meldaður klárur til dystin móti Danmark.
Men nú fer sterki strikuleikarin kortini ikki at spæla dystin, og hetta er av taktiskum ávum.
-Vit lærdu í dystinum hvørji amboð vit eiga á ávikavist striku og høgra vongi, og tí havi eg avgjørt at Allan Norðberg kemur inn fyri Rógva Dal Christiansen hesaferð, segði Sonni Larsen við hópin hjá sær fyri løtu síðani.
Hetta er av ítrottarligum ávum og vit halda at hetta fer at geva okkum betri møguleikar móti Danmark, men hugsi eg menniskjaligt so er hetta harmiligt fyri Rógva, og tit mugu stuðla honum, segði landsliðsvenjarin við hópin hjá sær, áðrenn hann legði dent á at strikuleikarin fer at fáa fleiri landsdystir.
Føroyar spæla móti Danmark leygardagin klokkan 15.10.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum