Hetta gjørdi hann á Varmakeldu, tá fuglfirðingar spældu stevnudyst í móti U21-landsliðnum. – Tað kendist gott at vera á vøllinum aftur. Eg gjørdi ikki so nógv av og var eitt sindur varin, sigur Rógvi Jacobsen. Hann skuldi upprunaliga einans spæla eitt korter, men tá alt kom til alt, spældi klaksvíkingurin ein hálvan tíma. Nú fer Rógvi Jacobsen so at royna at venja í næstu viku, og vónar hann, at hann verður tøkur til seinnu hálvu. ÍF tapti annars dystin 2-4 og Rógvi Jacobsen var ikki millum málskjúttarnar.