Rógvi skal spæla við HB

Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður, tí Rógvi er bundin at KÍ, men ta avtaluna kenna teir einki til í FSF

HB hevði ársveitslu leygarkvøldið. Har varð Rúni Nolsøe kosin ársins spælari í felagnum. Næstur honum var Hans á Lag og á triðja plássinum kom Jón Rói Jacobsen. Allir hesir fara komandi ár aftur at spæla við HB, og tað fara teir flestu, sum vóru við til at manna silvurliðið í ár. Undantøkini eru teir báðir rumenararnir, sum ikki koma aftur til HB, og so Símun Eliasen, sum er farin aftur til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Jóhannes Joensen og HB hava ikki enn skrivað undir nakra avtalu, men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki er møguleiki fyri, at Jóhannes fer at halda fram í HB.

Á fundinum varð boðað frá, at Rógvi Jacobsen, sum higartil hevur spælt við KÍ, komandi ár fer at spæla við HB.

Jógvan Páll Lassen, sum plagar at hava við sáttmálarnar hjá HB at gera, sigur, at Rógvi fer til Havnar at læra, og at hann hevur sagt teimum í HB, at hann ætlar sær at koma í felagið. Jógvan Páll sigur eisini, at seinni fer sáttmáli at verða gjørdur millum Rógva Jacobsen og HB, men at hetta ikki kemur upp á tal, fyrrenn Rógvi er leysur av avtaluni, sum hann hevur við KÍ.

Í Fótbóltssambandinum sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari, at eingin sáttmáli millum KÍ og nakran spælara er góðkendur í sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil siga, at um HB hevði gjørt sáttmála við Rógva Jacobsen nú, so hevði hetta ikki verið brot á reglugerðina fyri leikarasáttmálar. Men sambært Jógvan Páll Lassen hava teir í HB valt at bíða við at gera sáttmála við Rógva inntil skeiðið, sum avtalan millum Rógva Jacobsen og KÍ fevnir um, er liðugt.