Rógvi Poulsen søkti Sundalagsmenn

Talan var annars um ein ógvuliga javnan dyst, sum kundi koppað báðar vegir, men tað vóru altso gestirnir úr Havn, sum fóru við øllum.

 

Málið hjá HB gjørdi Rógvi Poulsen eftir lítlum hálvum tíma, eftir at EB/Streymur misti bóltin í uppspælinum og Fróði Benjaminsen spældi vinstra vongin leysan, sum skoraði trygt við René Tórgarð.

EB/Streymur hevði tó eisini sínar møguleikar og tvær ferðir raktu teir træverkið kring Marcin Dawid í HB-málinum. Inn vildi bólturin tó ikki og soleiðis vann HB trupla útivallardystin í Streymnesi.

 

Sigurin merkir, at HB nú hevur 11 stig ? tað sama sum B36, ið fekk javnleik í dag. Sostatt er tað Gundadalur, sum eigur oddasessin í Vodafonedeildini.

Hinvegin hevur ÍF við javnleikinum móti B36 yvirhálað EB/Streym á stigatalvuni, sum nú er á sætta plássi við fimm stigum.

 

EB/Streymur - HB 0-1 (0-1)

0-1: Rógvi Poulsen.

EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen ? Gudmund Nielsen (Alex Santos, 66.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen ? Leif Niclasen (Arnbjørn Hansen, 66.), Sorin Anghel.

HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðrasson, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen ? Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen (Kári Nielsen, 87. min), Milan Kuljic, Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 55.).

Dómari: Eiler Rasmussen.