Rógvi Poulsen aftur í HB

Rógvi Poulsen spælir við HB restina av hesum kappingarárinum. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

 

22 ára gamli Rógvi Poulsen er uppvaksin í AB, men kappingarárið 2008 skifti hann til HB. Har gjørdi hann tað serliga gott í 2009 og 2010, tá ið hann í 63 dystum skeyt 19 mál.

 

Hann hevur síðani roynt seg í enska Crewe Alexandra, haðani hann varð útleigaður aftur til HB. Skaðar hava sett síni merki á yrkisleið hansara, men nú er hann fúsur at taka í øllum førum eitt hálvt kappingarár fyri HB, har hann hevur vunnið tvey FM-heiti.