Rógvi og teir vunnu generalroyndina

Næsta vikuskiftið byrjar íslenska landskappingin, og um vikuskiftið spældi KR sín seinasta venjingardyst. Dysturin var ímóti Breiðablik, og KR vann dystin 1-0. Einasta málið í dystinum kom eftir 42 minuttir, tá ið Skúli Jón Friðgeirsson skoraði. Rógi Jacobsen byrjaði dystin á vøllinum, men hann varð skiftur út góðar 20 minuttir fyri leiklok.