Rógvi og Lava á bíðilista

Landsliðsúttøkan mánamorgunin gav ikki óvæntað rúmd til Fróða Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst, sum nú aftur eru tøkir eftir skaðasteðg

Fótbóltur

 

Eftir at hópurin mest sum alt landsliðsárið hevur verið sundurpettaður av skaðum, var tað á leið ein intaktur hópur, sum Jógvan Martin Olsen kundi seta nøvn á, tá hann mánamorgunin boðaði frá, hvørjar spælarar hann hevur valt at taka út til komandi landsliðsuppgávurnar, sum eru móti ávíkavist Eysturríki og Litava.

Vanliga telur landsliðshópurin 18 mans, men í úttøkuni hesa ferð eru 20 spælarar, umframt at hálvskaddu og ivasomu Rógvi Jacobsen og Andreas Lava Olsen standa á bíðilista, um teir skuldu verið tøkir.

Nýggir í hópinum eru Gunnar Nielsen, sum hevur vart málið á U21-landsliðnum, men nú tann kappingin er av, tykist ógvuliga sannlíkt, at Gunnar fer at at taka plássið sum varðamaður hjá Jákupi Mikkelsen.

Hartil eru Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst eisini við í hópinum aftur, og tað gevur landsliðsvenjaranum nøkur áhugaverd alternativ. Fróði hevur seinnu árini verið stýrimaður í verjuni, men Egil á Bø hevur verið somikið sannførandi vikarur á tí plássinum, at Jógvan Martin Olsen als ikki vildi garantera, at tað verður í verjuni, at hann fer at brúka Fróða Benjaminsen.

Og longur frammi á vøllinum gevur Christian Lamhauge Holst eisini nýggjar møguleikar. Silkeborg spælarin hevur ment seg til at verða snúningspunktið í framrættaða spælinum hjá føroyska landsliðnum, og tí er lítið at ivast í, at hann fer beint inn í føroysku byrjunaruppstillingina.