Rógvi og Hans Kristian vunnu bronsu

Tveir føroyskir telvarar vunnu bronsumerki, tá kappast varð í NM í skúlatelving um vikuskiftið

Talv

10 ára gamli sandavágsdrongurin Rógvi Nielsen, vann heiðursmerki í stóru norðurlendsku talvkappingini, sum verið hevur í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Hans Kristian Simonsen vann eisini bronsumerki . Ikki færri enn fýra telvarar høvdu 3,5 stig, men av teimum var Hans Kristian tann, sum hevði best mótsstøðustig
Mynd: Føroyingar vunnu tvey bronsuheiðustmerki í NM fyri unglingar

Tvær bronsur
Rógvi Nielsen vann avgerandi talvið í dag móti hinum føroyinginum í bólki E Hjalta Toftum.
Rógvi telvaði sera væl og vann talvið trygt, og so var bara at bíða eftir hinum úrslitunum. Og stutt fyri klokkan hálvgum sjey var greitt, at Rógvi fekk bronsumerkið fyri kappingina. Tað má sigast at vera rættuliga óvæntað, tí Rógvi var styrkimettur í lægra endanum. Vinnarin av bólki E gjørdist sviin Alfred Krzymowski, sum vann øll talvini og hevur víst, at hann hevur góðar talvgávur.
Tá ið roykurin hevði lagt seg og øll úrslitini vóru komin, var greitt, at eisini Hans Kristian Simonsen vann bronsumerki í NM 2003. Ikki færri enn fýra telvarar høvdu 3,5 stig, men av teimum var Hans Kristian tann, sum hevði best mótsstøðustig g fekk tískil bronsumerki í elsta bólkinum.
Samanumtikið gekk ikki so væl hjá føroysku telvarunum, men teir sum varða av telvingini hava kortini góðar vónir. Teir allar yngstu hava víst seg nógv treystari enn væntað frammandundan, og ikki minst vunnið eitt bronsumerki. Haraftrat kom so bronsumerkið hjá Hans Kristian Simonsen