Tvey av føroyingafeløgunum í Noregi hittust í triðja umfari í norsku steypakappingini. Bryne hjá Rógva Baldvinsson spældi móti Ára Mohr Jónsson og Sandnes Ulf.
Sandnes Ulf vóru nokk favorittar undan dystinum, tí teir liggja hóast alt ovast í næstbestu norsku deildini, meðan Bryne liggur nummar átta í triðbestu norsku deildini.
Tað skuldi vísa seg at gerast ein sera javnur dystur, og sigursmálið kom ikki fyrr enn í 84. minutti, tá Mads Bøgild hjá Bryne skjýtur eitt langskot í mál. Sambært Stavanger Aftenblad spældi Rógvi Baldvinsson ikki í dag, meðan Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin.
Sambært dagføringunum hjá blaðnum spældi Ári Mohr Jónsson væl í dag, var tryggur í verjuni og vandamikil í álopinum. Eina ferð bjargaði hann á strikuni, meðan hann hinvegin eisini setti ein stóran málmøguleika langt, langt upp um, skrivar blaðið.
Hin føroyingafelagið, sum enn er við í norsku steypakappingini, Brann, vann 1-0 á Fyllingsdalen úr fjórðbestu deildini. Sigursmálið kom tíðliga í seinna hálvleiki. Tíðliga í fyrra hálvleiki var bólturin tvær ferðir í málinum hjá Fyllingsdaglen, men báðu ferðina dømdi dómarin fyri rangstøðu.
Gilli Rólantsson byrjaði á beinkinum og kom ikki inn fyrr enn í 87. minutti. Tað tykist tó greitt, at venjarin, Lars Arne Nilsen, royndi at geva teimum, sum spæla fast í bestu deildini, hvíld hendan dystin.