Rógvi og Bryne í fjórðingsfinaluni í steypakappingini

Føroyski landsliðsbakkurin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne í norsku triðbestu deildini gera bart í steypakappingini

Føroyski landsliðsbakkurin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne eru bara nummar seks í bólki 2 í triðbestu norsku fótbóltsdeildini, men í norsku steypakappingini gera teir veruliga vart við seg.

 

Fyrr í ár hava Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir sent tvey lið úr næstbestu norsku deildini úr steypakappingini. Fyrst Viking Stavanger og síðani Sandnes, ið er liðið Ára Mohr Jónsson.

 

Í kvøld sendi Bryne aftur út eitt lið úr næstbestu fótbóltsdeildini úr steypakappingini. 

 

Bryne spældi á útivølli ímóti Ullsaker/Kisa. Aftaná longda leiktíð var støðan framvegis javnleikur 0-0, og tí var neyðugt við brotssparkskapping. 

 

Í brotssparkskappingini brendi heimaliðið tvey brotsspørk meðan Bryne bert brendi eitt. Millum málskjúttarnar hjá Bryne í brotssparkskappingini var Pål Fjelde, ið spældi nakrar dystir fyri 07 Vestur í fjør. 

 

Rógvi Baldvinsson fekk eitt gult kort í longdu leiktíðini. Millum liðini Bryne kann møta í fjórðingsfinaluni er Rosenborg.