Rógvi í La Manga

Norska felagið Hødd fór um vikuskiftið til Spania at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til kappingina

Í La Manga vóru 25 hitastig, tá ið spælararnir komu sunnudagin, og tað verður í góðveðrinum, at Hødd skal venja og spæla venjingardystir næstu vikuna. Ætlanin er at venja tvær ferðir um dagin, og dystir verða eiini ímóti Nybergsund og LøvHam, sum eisini hava leitað sær suður eftir at venja undan norsku kappingini.