Rógvi klárur til Oyggjaleikir

Rógvi Højgaard staðfesti sunnudagin, at hann longu nú er til reiðar at kappast í spjótkasti á komandi Oyggjaleikunum.

Rógvi hevur verið nakað darvaður av skaðum seinastu tíðina, men hetta sást ikki aftur, tá hann við 56,30 metrum kastaði longsta kastið, sum er kastað í Føroyum. Og samstundis rakk hetta eisini Oyl-kravinum hjá FÍF, sum er føroyska sersambandið fyri frælsan ítrótt.