Rógvi Jacobsen er sáttmálaleysur

Frøin var stór á klaksvíkingum, tá tað í summar gjørdist greitt, at landsliðsframherjin Rógvi Jacobsen kom heim at hjálpa barndómsfelagnum. Hann og KÍ skrivaðu sáttmála, sum í fyrstu atløgu knýtti hann at felagnum til kappingarenda í 2010.

Men heimasíðan hjá KÍ skrivar nú, at Rógvi Jacobsen og leiðslan eru komin ásamt um, at sáttmálin steðgar 31. desember 2008.

- Døpru fíggjarligu útlitini í Føroyum og ikki minst í Norðoyggjum merkjast eisini í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Leiðslan arbeiðir í løtuni við at tryggja felagnum haldgóðan rakstur framyvir, skrivar heimasíðan.

Rógvi Jacobsen verður tískil sáttmálaleysur frá ársbyrjan í 2009.